Ongi úrslit

Kann kosta upp í 100.000 krónur at burturbeina ein elbil

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Í ringasta føri kann tað kosta upp í 100.000 krónur at burturbeina ein elbil.

Tað vil siga, at hetta er bara tað, sum tað kann kosta at burturbeina battaríið, tí tá ið battaríið er tikið úr bilinum, verður hann handfarin akkurát sum aðrir bilar.

Hetta sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í orkumálum.

Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin, hevur spurt hana, hvussu viðurskiftini eru, tá ið elbilar skulu burturbeinast.

– Tá ið elbilar verða burturbeindir, eigur battaríið, av trygdarávum, at verða tikið úr bilinum á einum verkstaði, sum hevur neyðugu útgerðina og serkunnleikan til arbeiðið, sigur landsstýriskvinnan.

Annars eru trygdarkrøv, sum siga, hvussu battarí frá elbilum skulu handfarast og sendast til serkøna viðgerð uttanlands, sigur hon.

Tað er kommunala brennistøðin í Havn, sum tekur ímóti bilum úr øllum landinum og higartil hava tey fingið færri enn 10 elbilar til burturbeiningar.

Kommunala Brennistøðin hevur fýra battarí og fýra elbilar í varðveitslu, til greiða er fingin á, hvør skal bera kostnaðin.

Tvey battarí frá bilasølum eru send av landinum til viðgerðar.

Kostnaðurin av at handfara battarí veldst um slag og vekt, og um battaríið er skatt.

Sambært prísmetingum, sum Kommunala Brennistøðin hevur fingið, kostar tað einar 20.400 krónur at burturbeina eitt battarí, sum vigar  700 kilo, og sum ikki er skatt.

Er battaríið skatt, kostar tað einar 71.200 krónur tí tá skal battaríið í ein serligan kassa og verða serlig krøv sett til flutningin, verður flutningskostnaðurin hægri.

Eyðdis Hartmann Niclasen sigur, at tað er ymiskt, hvat tað kostar at taka battarí úr einum elbili á einum verkstaðið, tí tað er ymiskt frá bili til bil. Men leysliga mett kostar tað ímillum 5.000 krónur og 10.000 krónur.

Landsstýriskvinnan sigur, at arbeitt verður við spurninginum um, hvussu kostnaðurin av at beina ein elbil burtur, skal skipast so at kostnaðurin ikki einsamallur skal hvíla á Tórshavnar kommunu - men eisini so at bileigarin ikki kemur undir eina ovurstóra rokning, tá ið elbilurin skal burturbeinast.

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

15 tímar síðan

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

22 tímar síðan