Ongi úrslit

Kanna framvegis málið har bátur sigldi á Brimil

Áki Bertholdsen
18. mai kl. 07:54

Seinnapartin leygardagin fekk løgreglan boð um, at ein bátur hevði siglt á vaktar- og bjargingarskipið, Brimil.

Hetta hendi á bátastevnuni í Vestmanna - úti á fjørðinum - og stoyturin var so mikið harður, at fólk í bátinum mátti á Landssjúkrahúsið, men talan var kortini ikki um álvarsligar snuddir. fólk, sum sóu tilburðin siga, at onkur fór eisini á sjógv, men tað hendi ikki meiri enn tað.

Men løgreglan vil einki siga um málið, uttan at tey vilja vátta, at ein bátur hevur siglt á ein annan.

Løgreglan sigur í morgun, at tey kanna framvegis málið og í hesum sambandi skulu fleiri fólk avhoyrast.

 

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

Í gjár kl. 16:00

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

Í gjár kl. 08:14