Ein stórur partur av unga ættarliðinum, serliga tey í 20’unum og í byrjanini av 30’unum, vantar í Føroyum. Áleið 40% av hvørjum árgangi flytur av landinum, oftast í lestrarørindum. Bert helvtin vendir nakrantíð heimaftur. Tað merkir, at vit missa áleið fimta hvønn unga av einum árgangi.
Flestu teirra, sum ikki venda aftur, festa búgv í Danmark, hagar tey fóru í lestrarørindum. Tróndur Møller Sandoy, adjunktur á Setrinum, fer nú saman við Eriku Hayfield, dekani, og øðrum undir at kanna, hví ung velja at fara av landinum at lesa, hví nøkur flyta heimaftur, og hví so mong festa røtur í Danmark og ongantíð koma heimaftur.
Kanningin byggir millum annað á dátuskráir í bæði Føroyum og Danmark, og tað er helst fyrstu ferð nakrantíð, at til ber at sameina dátur av hesum slagi úr tveimum londum.
-Hetta er heilt nýskapandi háttur at granska. Fleiri kanningar um frá- og tilflyting eru gjørdar áður, men tá hevur altíð verið hugt eftir fólki, sum antin búðu í Føroyum, ella sum búðu í Danmark. Nú ber til at fylgja einum persóni tvørtur um landamørkini umvegis tað, sum er skrásett um tey í londunum báðum, greiðir Tróndur frá.
Hvørjar hendingar ávirka avgerðirnar?
Verkætlanin stendur á tveimum beinum – einum kvantitativum, sum byggir á vitan úr skráum og spurnakanningum, og einum kvalitativum, har samrøður verða gjørdar við útisetar.
-Fyrst fara vit at lýsa dáturnar, sum vit nú hava. At kunna savna so ríkar kvantitativar dátur og knýta tær saman gevur okkum møguleika at leita eftir tí stóru myndini, sigur Tróndur.
Hann greiðir frá, hvussu tær kvalitativu kanningarnar fara meiri í dýpdina við færri persónum og kunnu sostatt m.a. geva ábendingar um, hví avgerðir verða tiknar, og hvussu tey ungu grundgeva fyri avgerðum sínum. Við teirri vitanini kunnu granskararnir so venda aftur til tær kvantitativu dáturnar og øvugt, so at háttarløgini stuðla undir hvørjum øðrum.
-Vit ætla eisini at leita eftir ymsum broytingum, sum kunnu hava verið við til at ávirka valini hjá ungu føroyingunum. Eru til dømis nakrar hendingar, sum serliga ávirka avgerðirnar? Ella, tað at eitthvørt ikki er hent, hevur tað ávirkað? Saman við serligum hagfrøðiligum háttarløgum kunnu vit vónandi røkka hesum, sigur Tróndur.
Les grein um leitan eftir avgerðum hjá ungum at flyta ella ikki flyta heim í Vísindavøkublaðnum her.