Ongi úrslit

Kanna møguleikarnar fyri at brúka nýmótans tøkni í eldrarøktini

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Landsstýriskvinnan í almannamálum, Margit Stórá, ætlar sær nú at endurskoða lógina um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin.

Ein partur av hesum arbeiðinum er at kanna, hvussu vit kunnu fáa heimild til at brúka tað, tey kalla trygdarskapandi vælferðartøkni í eldrarøktini.

Tað er Fía Selma Nielsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, sum hevur reist málið.

Hon sigur, at nýggj tøkni kann gera tað bæði tryggari og virðiligari at vera búfólk á ellisheimi og í nógvum førum kann tað eisini gera, at eldri kunnu verða búgvandi heima longur.

Harafturat kann nýggj tøkni lætta um hjá starvsfólkum tí at tøknin kann hjálpa til at røkta og ansa búfólkunum.

Margit Stórá ásannar, at slík tøkni kann bæði økja um tryggleikan og geva tí einstaka størri frælsi.

Landsstýriskvinnan sigur, at sjøtul er settur á arbeiðið at endurskoða, men enn ber ikki til at siga, nær tað er liðugt.

Tað er avgerandi er, at finna ta røttu javnvágina soleiðis at tøknin kann nýtast, tá hon bøtir um tryggleika, frælsi og trivnað, uttan at taka meiri sjálvsavgerðarrætt frá fólki enn neyðugt, sigur Margit Stórá.

Mest lisið hesa vikuna

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15. sepember kl. 12:09

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

Í gjár kl. 13:11

Fýra mans fingu bót - ein fyri at rætta løgregluni longutong

13. sepember kl. 09:12