Ongi úrslit

Karlamagnusarbreyt – hvussu nógv skal byggjast, áðrenn tit lurta?

Mary Antonsdóttir
4 tímar síðan

Eru byggisamtyktirnar tað einasta, sum hevur týdning, tá bygt verður í einum longu tættbygdum øki?

Vit í Eigarafelagnum Karlamagnusarbreyt 29 hava sent Tórshavnar kommunu eitt hoyringsskriv um ætlaðu byggiverkætlanina á matr. nr. 138dc.

Vit mótmæla ikki, at fólk skulu kunna gagnnýta síni grundstykki. Vit skilja eisini væl, at kommunan skal umsita eftir galdandi reglum og byggisamtyktum.

Men vit halda, at tað er ov einfalt bara at siga: „Verkætlanin er innan fyri allar ásetingar.“

Tí spurningurin er ikki bara, hvat ið kann byggjast sambært einari byggisamtykt. Spurningurin er eisini, um tað er skynsamt at leggja enn meira trýst á eitt øki, sum longu hevur stórar avbjóðingar við parkering, ferðslu og fríøkjum.

Hetta er ikki bara nakað, sum vit í Eigarafelagnum halda. Tórshavnar kommuna hevur sjálv víst á, at vantandi parkering, gøtu- og gonguleiðir, ferðslan á Karlamagnusarbreyt og vantandi fríðkað øki til trivnað eru millum størstu trupulleikarnar í økinum.

Kommunan hevur eisini áður sett fleiri milliónir av til at bøta um parkering, ferðslutrygd og trivnað á Karlamagnusarbreyt. Tá kommunan sjálv hevur staðfest hesar trupulleikar, er tað eftir okkara tykki rímiligt at spyrja:

Hví skal talið av búeindum so halda fram at vaksa, uttan at parkerings- og ferðsluviðurskiftini verða loyst fyrst?

Í okkara føri er ætlanin at byggja ein bygning við fimm búeindum á einum grundstykki, sum bert er 132 m². Tað er ein stór bygging í mun til grundstykkið og til verandi umhvørvi.

Og tað týdningarmesta fyri okkum er kanska ikki sjálvur bygningurin, men avleiðingarnar.

Vit mangla longu nú parkeringspláss. Tað er ikki ein abstraktur trupulleiki ella ein møgulig avbjóðing langt úti í framtíðini. Tað er nakað, sum vit sum búgva her kenna í gerandisdegnum.

Fimm nýggjar búeindir merkja ikki bara fimm nýggj heim. Tað merkir eisini fleiri bilar, fleiri gestir, fleiri veitarar og meira ferðslu í einum øki, har parkeringsviðurskiftini longu eru undir stórum trýsti.

Við nýggja ætlaða bygninginum, verður trýstið flutt yvir á felags parkeringspláss og verandi íbúgvar.

Kommunan eigur eisini at hugsa um heildina.

Ein byggisamtykt er ein fortreyt fyri bygging – men hon eigur ikki at vera eitt fríkort frá allari heildarmeting.

Lógin um býarskipanir og byggisamtyktir sigur sjálv, at byggisamtyktir skulu tryggja eina hóskandi og haldgóða skipan fyri vega- og byggiviðurskifti, bæði nú og í framtíðini.

Tí halda vit, at kommunan eigur at spyrja:

 • Hvussu ávirkar henda byggingin verandi parkeringsviðurskifti?

• Hvat verður ávirkanin á ferðsluna?

 • Hvussu verður ferðslutrygdin tryggjað?

 • Hvussu verður sýnið tryggjað, tá bilar koyra út á Karlamagnusarbreyt?

 • Eru atkomuviðurskiftini nøktandi fyri sløkkilið og onnur neyðsynjanarakfør?

 • Og hvussu passar henda verkætlanin inn í ætlanina fyri Karlamagnusarbreyt sum heild?

Hetta eru ikki órímiligir spurningar frá grannum. Hetta eru spurningar, sum eiga at verða svaraðir, áðrenn ein byggiverkætlan verður mett í mun til eitt longu tættbygt øki.

 Fólkavald skulu eisini lurta.

Vit hava fingið at vita, at umsóknin er innan fyri galdandi ásetingar, og at hon tí ikki krevur frávik.

Tað kunnu vit taka til eftirtektar. Men vit halda eisini, at fólkavald hava eina ábyrgd, sum røkkur longur enn at vísa á, hvat stendur í einari byggisamtykt.

Tit eru vald at umboða borgararnar!

Tá borgarar í einum øki siga, at parkeringsviðurskiftini longu eru ov trong, eiga tað ikki bara at verða orð, sum verða skrásett í einum hoyringsmáli. Tað eigur at verða ein partur av politisku metingini!

Serliga tá kommunan sjálv hevur staðfest, at júst parkering, ferðsla og trivnaður eru avbjóðingar á Karlamagnusarbreyt.

Vit halda tí, at rætti spurningurin ikki eigur at vera:

„Kunnu vit byggja hetta sambært byggisamtyktini?“

Men eisini:

„Er hetta ein skynsom loysn fyri Karlamagnusarbreyt, soleiðis sum økið er í dag?“

Vit vilja hava eitt livandi og gott grannalag. Vit vilja hava nýggj heim og eina góða menning av økinum. Men menning má eisini taka atlit til tey fólk, sum longu búgva her.

Og um kommunan veruliga ætlar at bøta um parkering, ferðslutrygd og fríøki á Karlamagnusarbreyt, so eiga hesi sjónarmið at verða tikin við, áðrenn økið verður enn tættari bygt.

Vit biðja ikki um serreglur fyri okkum. Vit biðja um, at kommunan tekur ábyrgd fyri heildini – og lurtar eftir teimum borgarum, sum longu búgva her!

Mary Antonsdóttir,
Karlamagnusarbreyt 29

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

27. sepember kl. 13:41

Tá sporlið stýrir høvdinum

Í gjár kl. 22:21

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49