Ongi úrslit

Kend søga verður nú at síggja sum teknifilmur - á føroyskum

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Klassiska søgan um Fólk og dólgar í Kardamummubýnum verður nú at síggja sum teknifilmur á føroyskum. Filmurin verður frumsýndur 8. oktobur.

Hetta er triðja árið á rað, at  Kringvarp Føroya vísir ein teknifilm á føroyskum í biografinum.

Hesa ferð er tað væl kenda søgan, sum Thorbjørn Egner hevur teknað og skrivað um Fólkini og dólgarnar í Kardamummubýnum. 

Filmurin verður sýndur í Havnar Bio, í Løkshøll og í SALT. Fyrsta sýningin verður 8. oktobur í Havnar Bio. 

Nú eiga vit sostatt tríggjar teknifilmar á føroyskum til føroysk børn og barnsligar sálir – hinir báðir eru Klintrimús og hini dýrini í Vallbakkaskóginum og Palli Halaleysi, sigur Kringvarpið í tíðindaskrivi.  

Søgan var fyrst skrivað sum útvarpsleikur, hetta var fyrst í 1950unum í Noregi, og í 1955 kom søgan út í bók.

Bókin kom út á føroyskum í 1980 og so aftur í 2002. Og nú í 2026 verður eisini høvi at ogna sær bókina, nú Bókadeild Føroya Lærarafelags aftur gevur hana út.

– Kardamummubýurin er ein góður býur at vitja aftur til. Tí í Kardamummu er gott at liva, eingin ger fortreð, og øll hjálpast at. Og í Kardamummu er bara ein lóg «Tú skalt ikki plága onnur ella gera nakað ilt, annars kanst tú liva akkurát, sum tú vilt«.

Avgjørt ein lóg, sum eisini vit kunnu royna at halda.

Søgan er væl kend, flest okkara kenna sangirnar, sum eru við, og duga teir.

Í 1961 var søgan gjørd til útvarpsleik í barnaútvarpinum, og fleiri ferðir er hon spæld sum sjónleikur. Og nú kemur teknifilmurin, sum vit øll kunnu gleða okkum til.

Kringvarpið sigur, at tey hava funnið góðar røddir at tosa og syngja og eisini at fáa ymsu málførini at hóska til persónligheitirnar.

– Øll tosa við síni tungu. Jónatan og Frú Bastian tosa suðuroyarmál, pappageykurin tosar vágamál, Silius tosar sandoyarmál, bakarin tosar nólsoyarmál. Bastian politimeistari og Kamomilla eru úr Klaksvík, og fleiri eru úr Havn eisini.

Upprunatýðingin hjá Eyðuni Johannessen er lagað til filmin, og sangirnir eru teir somu sum í upprunatýðingini.

Leikstjórn: Páll Danielsen
Upptøkur: Høgni Fagraberg
Røddir: Hjálmar Dam, Kjartan Hansen, Rói Einarsson, Sofía Nolsøe Mikkelsen, Annfinnur Heinesen, Hans Tórgarð, Bárður Persson, Barbara K. Andreasen, Arnfinnur Nesá, Ári Berghamar Danielsen, Jákup Dahl Wardum, Guðrun Sólja Jacobsen, Hanus Johannessen, Helena Sundsskarð, Heini Bech Christiansen, Óli Frederiksen, Tórfríð Tavsen, Bergur Fonsdal Johannesen
Filmurin varar í ein tíma og 18 minuttir.

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

27. sepember kl. 13:41

Tá sporlið stýrir høvdinum

27. sepember kl. 22:21

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Frá veteranum til nýggjar kreftir: Fimm starvsfólk seta dám á Formula

28. sepember kl. 11:31