So er tað greitt, hvat mótstøðulliðið hjá KÍ í Champions League verður.
Lutakastið í Nyon nú seint seinnapartin lagaði seg soleiðis, at KÍ í fyrsta dystinum fer at spæla í Luksemborg. Mótstøðuliðið er FC Atert Bissen, og fyrri dysturin verður í Bissen, og seinni dysturin verður í Klaksvík. Í Bissen búgva tað færri enn fýra túsund fólk, og harvið er minni stað enn Klaksvík.
Fyri tveimum árum síðani vann KÍ seg víðari í hesi somu kapping ímóti liði úr Luksemborg. Tá var tað Differdange, sum KÍ samantalt vann 2-0 ímóti. Fyrri dysturin ta ferðina var í Klaksvík, og tá skoraði Árni Frederiksberg bæði málini. Seinni dysturin endaði málleysur.
FC Atert Bissen vann fyri stuttum meistaraheitið í kapping við Differdange.
KÍ venjarin Magnus Powell heldur, at tá ið tað verður hugsað um hini feløgini, sum vóru møgulig mótstøðulið, so er hetta lutakastið væl at liva við.
-Talan er um felag, sum eigur nógvar pengar, og sum er mannað við spælarum úr Fraklandi, Norðurafrika og aðrastaðni úr Afrika. Hjá okkum kemur tað væl við, at teirra kapping er í summarfrí, og spælararnir harvið ikki eru í dystarvenjing. Samstundis er tað torført hjá okkum at fáa upplýsingar um, hvussu liðið fer at síggja út, tí teir selja og keypa, síðani kappingin var liðug, sigur Magnus Powell í samrøðu við KÍ heimasíðuna.
Fyrri dysturin verður í Klaksvík mánadagin 7. juli, og seinni dysturin verður í Bissen mánadagin 14. juli.