KÍ skrivar soleiðis í kvøld:
Nicolai Vinter Christensen úr Norðurjútlandi venur við í kvøld
Eftir at Sebastina John fekk langtíðarskaða undir venjing fyrr í ár hevur verið leitað eftir avloysara. Sáttmáli er gjørdur við danan Nicolai Vinter Christensen fyri hetta kappingarárið. Nicolai er 24 ár, spældi fyrstu árini við Aalborg BK, eitt ár í Jammerbugten FC sum fór av knóranum, og síðstu fýra árini í Skive IK, sum nú er í triðbestu donsku deildini.
Fyri liðið er umráðandi við sterkari manning á málmanspostinum, nú fleiri tættir og týdningamiklir dystir eru fyri framman umframt UEFA-dystir.
Nicolai, vælkomin í KÍ!