Ongi úrslit

KÍ hevur sett styrkisvenjara og fysioterapeut

Kristian Poulsen verður nú knýttur at besta mansliðnum hjá KÍ

ki.fo
5 tímar síðan

KÍ skrivar soleiðis í kvøld:

Komandi kappingarár verður Kristian Poulsen fysioterapeutur og kropsligur venjari hjá besta mansliðnum. Kristian, sum er toftamaður var á yngri árum B68´ari. Eftir útbúgving sum fysioterapeutur, hevur Kristian í yrkinum fingið sær drúgvar royndir í viðgerð innan ítróttina. Her m.a. áleið tíggju ár sum fysioterapeutur hjá ymsum fótbóltslandsliðum.

Umframt skaðaviðgerð skal Kristian eisini hava ábyrgdina av styrki- og kropvenjingini hjá mansliðnum. Hetta er hann ikki ókendur við, og hevur ætlanir at útvega sær meiri vitan uttanlanda.   

Høvuðsvenjarin, Fróði Benjaminsen og Kristian hava kenst heilt frá yngri árum. "Eg veit hvat Kristian stendur fyri og eri tí vísur í, at hann kemur at passa væl inn í KÍ".

Um nýggju avbjóðingina sigur Kristian, at hann gleðir at arbeiða saman við venjaratoyminum, leikarunum og undir hesum sera góðu umstøðunum við Djúpumýru.

Seinastu árini hevur argjamaðurin, Ragnar Poulsen, verið kropsligur venjari hjá mansliðnum. KÍ takkar Ragnar fyri gott og drúgvt samstarv. Vit í KÍ ynskja Ragnar alt tað besta framyvir og vóna at síggja hann aftur í føroyska fótbóltsumhvørvinum.
 

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 04:55

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

15. november kl. 09:12

Ein viti er slóknaður: Minningarorð um Óla Eyðun Eliassen

16. november kl. 07:00

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

15. november kl. 13:23

Ein nuanserað viðmerking til eina nuanseraða samrøðu

14. november kl. 14:27

Fjúrtan heilsuhjálparar afturat klaktir á Heilsuskúlanum í Suðuroy

12. november kl. 16:10