Ongi úrslit

KÍ og Skála bíða eftir liðum úr Eysturoy

Tveir dystir í bestu deildini vera seinni í dag og tríggir vera í morgin

Jonhard Hammer
11. apríl kl. 16:02

Fimta umfar í bestu landskappingini er hetta vikuskiftið. Í dag eru tveir dystir og hinir tríggir vera í morgin.

Støðutalvan sigur, at KÍ og B36 eru favorittar móti liðum úr Eysturoy.

KÍ, sum higartil í ár ikki hevur avrikað sannførandi, fær vitjan av B68, sum síðst avrikaði væl, hóast tað endaði við 2-1 heimatapi móti NSÍ.

Hóast KÍ ikki hevur avrikað sannførandi, so hevur KÍ ikki tapt higartil í ár.

B36 fær vitjan av Skála, sum framvegis einki stig hevur vunnið, síðani liðið flutti upp aftur í bestu deildina.

Jákup Martin Joensen sær út til at hava fingið B36 liðið at rigga væl. Hóast hann var óheppin og átti lut í 1-0 HB málinum í 2-2 javnleikinum 2. páskakvøld, so er Heini Vatnsdal stórt álit í miðverjuni, og tølini siga, at tað eru fleiri, sum bjóða seg fram at skjóta mál. Bogi Reinert-Petersen er lyklaspælari á miðvøllinum. Hann skoraði við tveimum langskotum og er ein av tveimum, sum higartil hevur skorað trý mál. Hin er norski álopsspælarin Torgeir Børven, sum saman við Dabo og Hannes Agnarsson borgar fyri broddi og hugflogi í fremstu røð.

 

5. umfar

Í dag leygardagin 11. apríl

KÍ – B68: Dagfinn Forná kl. 18.30

B36 – Skála: Heini Ziska Viðoy kl. 17.30

Sunnudagin 12. apríl

Víkingur – AB: Rúni Gaardbo kl. 15.00

NSÍ – 07 Vestur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 17.15

EB/Streymur – HB: Jákup Øssursson Mohr kl. 15.00

Mest lisið hesa vikuna

Áheitan um innsavning til Nóa

23. juni kl. 15:48

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 09:13

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

Í gjár kl. 16:00

Eldurin á Strondum var dreingjalótir - men teir søgdu sjálvir frá

21. juni kl. 09:32

Myndir: Summarsólstøður í Sandagerði

22. juni kl. 22:57

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

Í gjár kl. 08:14