Ongi úrslit

KÍ skal hava nýggjan venjara

Kaveh og KÍ-kvinnurnar enda eitt minniligt kappingarár

ki.fo
3 tímar síðan

Kaveh Magnusson gevst sum høvuðsvenjari hjá KÍ-kvinnunum, tá ið kappingarárið endar 24. oktober.

Kaveh kom til KÍ undan hesum kappingarárinum við einum eitt ára sáttmála, og saman við leikarum og venjaratoymi hevur hann staðið á odda fyri einum sera væleydnaðum kappingarári.

KÍ hevur í ár vunnið Stórsteypadystin, steypakappingina og landskappingina og hevur sostatt tryggjað sær The Treble. Harumframt er enn ein Champions League-luttøka tryggjað.

– Eg havi rokkið teimum málum, sum eg setti mær, tá ið eg kom til felagið, og eg eri sera errin av tí, sum vit hava avrikað saman. Serliga vil eg takka leikarunum, venjaratoyminum og ítróttarstjóranum fyri álitið og fyri at hava trúð upp á ta fótbóltshugsjón, sum vit løgdu frá byrjan, sigur Kaveh Magnusson.
Landskappingin varð avgjørd við tveimum dystum eftir. Eftir 24 dystir hevði KÍ skorað 105 mál, bert latið 9 mál inn og hildið málið reint í 18 dystum.

– Hópurin hevur víst ein framúr góðan hugburð, arbeiðsvilja og samanhald gjøgnum alt árið. Mentanin í hópinum hevur verið sterk, og tað hevur verið eitt av grundarløgunum undir úrslitunum, sigur Kaveh.
Hann leggur eisini dent á serliga felagsskapin kring KÍ.

– Eg havi hitt nógv góð fólk, og sjálvbodna arbeiðið kring felagið og í býnum er nakað heilt serligt. Tað merkist, at nógv hjarta er lagt í KÍ.

Frá KÍ verður stór tøkk send Kaveh fyri arbeiðið í felagnum.

– Kaveh hevur komið við greiðum hugskotum, høgum krøvum og einari sterkari fótbóltshugsjón. Saman hava vit rokkið nøkrum heilt serligum hetta kappingarárið, og vit eru sera takksom fyri tað arbeiðið, hann hevur lagt í KÍ saman við leikarunum og venjaratoyminum.

Vit ynskja Kaveh alt tað besta í hansara næstu avbjóðing.

Tveir dystir eru tó eftir av kappingarárinum, og nú er fokus á at enda eitt minniligt kappingarár á besta hátt.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

5. oktober kl. 08:47

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

4. oktober kl. 12:09

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

4. oktober kl. 09:55

Nú skulu fólk ansa serliga væl eftir at tey ikki verða lumpað

5. oktober kl. 09:37

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Ræðuleiki í stýrhúsinum: Flogskipari stungin, meðan flogfarið fall 5.200 metrar

2. oktober kl. 19:27