Fyrsta flagið verður loyst á stykkinum við Støðlagøtu og Sandá leygardagin 19. september klokkan 14. Øll eru vælkomin.
Rigmor Andrassen, Henning Mortensen og Vilhelmina Johansen loysa flagið. Tey eru millum elstu fólk á Argjum og hava øll sitið í kirkjuráðnum.
Fróði Ólason Olsen, kirkjuráðsformaður, bjóðar vælkomin og sigur nøkur orð. Jógvan Fríðriksson, biskupur, og Annfinn Brekkstein, býráðslimur, halda hvør sína røðu. Kvinnubólkurin Tabitha syngur.
Tá hátíðarløtan er av, verður boðið til kaffi og køku í Argja kirkju.
– Sigur nógv um skammiligu støðuna
Staðsetingin við Sandá hevur leingi elvt til stríð. Mótmælararnir halda, at kirkjan verður bygd á einum fríøki, sum eigur at verða varðveitt.
Turið Jacobsen, umsitari í Facebook-bólkinum „Varðveitið fríøkið við Sandá“, skrivaði:
– Um tað passar, at tey fara stillisliga í gongd við at byggja á fríøkið við Sandá fyri at fáa arbeiðsfrið, sigur tað nógv um skammiligu støðuna.
Vagnur Michelsen hevur kallað ætlanina eina dáragerð. Hann sigur, at túsundtals fólk hava mótmælt henni skrivliga.
Mótmælini hava tó ikki steðgað ætlanini. Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur givið Kirkjuráðnum á Argjum loyvi at fara undir byggingina.
Mett verður, at tað tekur umleið 22 mánaðir at byggja kirkjuna. Gamla kirkjan á Argjum er seld Kvinnuhúsinum, sum tekur við bygninginum 1. januar 2028.