Leiðslan á løgreglustøðini í Klaksvík finst hvassliga at, at vaktarætlanin og uppgávubýtið eru flutt til Tórshavnar. Sambært støðleiðaranum Jan Poulsen hevur broytingin minkað um lokala løgregluarbeiðið og sent arbeiðsgleðina í botn.
– Vit eru 12 fólk og ein leiðari. Men vit mugu í minsta lagi vera 14, um tað skal bera til, sigur Jan Poulsen við miðilin Dansk Politi.
Støðin er mannað alt samdøgrið, og sambært Jan Poulsen krevst í minsta lagi 14 fólk, um ein skipan við trimum vaktum skal virka.
Frá fyribyrgjandi arbeiði til útkallingar
Sambært Jan Poulsen tekur løgreglan í Klaksvík nú nógv færri mál upp av egnum ávum, tí løgreglufólkini í størri mun verða send til uppgávur, sum verða stýrdar úr Tórshavn.
– Vit eru farin frá fyribyrgjandi til reaktivt løgregluarbeiði. Tað er sera óheppið. Vit fáa til dømis ikki tikið eins nógv rúsevni á gøtuni, sigur hann.
Álitismaðurin Heri Hansen sigur eisini, at løgreglan er vorðin minni sjónlig. Borgarar venda sær til støðina og eftirlýsa størri nærveru, meðan fólk í útjaðaranum sambært honum næstan ikki síggja løgregluna longur.
Leiðslan heldur fast um skipanina
Nýggi chefpolitiinspektørurin Claus Birkelyng viðurkennir avbjóðingarnar í Klaksvík, men ætlar ikki í løtuni at flyta vaktarætlanina aftur til Klaksvíkar.
Hann sigur, at vaktarætlan úr Tórshavn er mest effektiv, og vísir samstundis á, at ein partur av trupulleikanum er, at ov fá starvsfólk eru á støðini í Klaksvík.