Umsorganarheimið Gloria í Klaksvík hevur fingið 3,5 milliónir krónur í stuðli frá Betri Stuðli til eina stóra um- og útbygging. Verkætlanin skal økja talið av búfólkum úr átta upp í trettan og harumframt geva pláss fyri einum herbergsplássi.
Fleiri pláss til fólk við sosialum avbjóðingum
Mamy Dahl Sørensen sigur, at verkætlanin fyrst og fremst snýr seg um at skapa tryggar karmar fyri fólk við sosialum avbjóðingum.
Tá arbeiðið er liðugt, verða eisini dagligu umstøðurnar betraðar, so búfólk lættari kunnu fáa hjálp til røkt, klædnavask og máltíðir.
Kostar 15,5 milliónir krónur
Samlaða verkætlanin er mett at kosta umleið 15,5 milliónir krónur. Meira enn helvtin verður fíggjað við egnum peningi, meðan stuðul eisini er fingin frá øðrum lokalum og ónavngivnum stuðulsveitarum.
Verkætlanin fevnir um bæði dagføring av verandi bygningi og eina útbygging í tveimum hæddum. Gloria Fastogn hevur yvirtikið bygningin frá Soli Deo Gloria.
Umsorganarheimið Gloria varð stovnað í 2017 og hevur síðani 2018 veitt hjálp til fólk við sosialum avbjóðingum. Arbeiðið er longu í gongd, og ætlanin er, at útbyggingin skal verða liðug við ársenda 2026.