Ongi úrslit

Klaksvíkar kommuna fær álvarsliga átalu eftir trygdarbrot

Klaksvíkar kommuna hevur fingið álvarsliga átalu og kravboð frá Dátueftirlitinum eftir eitt trygdarbrot í 2024.

Grafikkurin er gjørdur við vitlíki.
Edmund Jacobsen
27. apríl kl. 19:45

Eftirlitið staðfestir á heimasíðuni, at kommunan ikki hevði gjørt neyðuga váðameting, og at trygdin tí ikki var nøktandi.

Trygdarbrot fór fram í september 2024. Teldusníkar fingu atgongd til KT-skipanirnar og vóru inni frá 8. september til 28. september. Tá varð alt netverkið sløkt. Kommunan boðaði Dátueftirlitinum frá brotinum 24. september og sendi eina nærri frágreiðing í november.

Eingin váðameting gjørd áðrenn brotið

Dátueftirlitið kannaði, um kommunan hevði sett hóskandi trygdartiltøk í verk. Eftirlitið staðfesti, at eingin váðameting var gjørd áðrenn brotið. Sambært reglunum er hetta í sær sjálvum nóg mikið til at meta, at trygdin ikki er nøktandi.

Ein frágreiðing frá einari útlendskari KT-trygdarfyritøku vísir eisini, at verjan hevði veikleikar. Tað var mest sannlíkt, at upplýsingar vóru tiknir, áðrenn skipanirnar vórðu bronglaðar.

Kravboð um betri trygd framyvir

Dátueftirlitið metir, at kommunan við grovum ósketni hevur brotið dátuverndarlógina. Kommunan fær tí bæði átalu og kravboð um at gera eina váðameting.

Eftir brotið hevur kommunan styrkt KT-trygdina. Nú skal ein nýggj váðameting vísa, um tiltøkini eru nóg góð, ella um fleiri broytingar eru neyðugar.

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 10:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

19 tímar síðan