Býráðið í Klaksvík samtykti roknskapin á seinasta býráðsfundi. Samlaðu inntøkurnar hjá kommununi vóru 401,8 milliónir krónur í 2025, meðan rakstrarútreiðslurnar vóru 306,2 milliónir krónur. Samstundis vórðu 54,1 milliónir krónur nýttar til íløgur.
Skuldin vaks hóast avlop
Tølini vísa, at bankaskuldin hjá Klaksvíkar kommunu vaks úr 391,1 milliónum krónum við ársbyrjan upp í 413,1 milliónir krónur við árslok. Tað svarar til eina nettoøking upp á 22 milliónir krónur.
Í árinum tók kommunan lán upp á 40 milliónir krónur, meðan 18 milliónir krónur vórðu goldnar í avdráttum.
Framvegis fíggjarligt rásarúm
Kreditorar hjá kommununi eru 25,1 millión krónur, meðan onnur skuld er 12 milliónir krónur. Í hesi upphæddini er ein avseting upp á 6,3 milliónir krónur til Landsverk í sambandi við grót til Norðhavnina.
Nettoskuldin er nú 358 milliónir krónur. Tað er 44 milliónir krónur undir skuldarmarkinum hjá kommununi, og sambært roknskapinum gevur hetta framvegis eitt ávíst fíggjarligt rásarúm.