- Við nýggja stigabilinum verður møguligt at koma longur upp í hæddirnar, harumframt rúmar kurvin í stiganum upp til fimm fólk og eisini ber til at flyta fólk í børu. Somuleiðis hevur kurvin ljós, og harvið kunnu vit fáa betri yvirlit í eini skaðastøðu. Bilurin hevur eisini eina fjarstýrda vatnkanón, sigur Finn Hansen, sløkkiliðsleiðari á sløkkiliðsstøðini í Klaksvík, við heimasíðuna hjá kommununi. Hann er sera væl nøgdur við nýggja framkomna stigabilin hjá sløkkiliðnum.
Býráði í Klaksvík samtykti í fjør at keypa nýggjan stigabil til tilbúgvingina í Norðoyggjum. Samlaði kostnaðurin fyri stigabilin er í alt 5,6 millonir, sum verður deilt millum kommunurnar í Norðoyggjum. Klaksvíkar kommuna rindar 4,7 milliónir av samlaðu upphæddini.
Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Karl Johannesen, er eisini væl nøgdur við nýggja bilin hjá sløkkiliðnum. Hann heldur at nýggju bygningarnir í kommununi seta krøv til tilbúgvingina.
- Seinastu árini hava vit fingið fleiri størri bygningar í kommununi. Eg kann nevna nýggja skúlan, Varpið og Biskupstorg, umframt fleiri virkisbygningar. Hetta setur krøv til tilbúgvingina í norðurøkinum og tí er neyðugt við einum tílíkum bili í flotanum hjá sløkkiliðnum, sigur Karl Johannsen, borgarstjóri.