Sangurin “Send In the Clowns” – nøkulunda „Sendið klovnarnar inn“ á føroyskum – varð veruliga spældur, tá amerikanski uttanríkisráðharrin Marco Rubio og umboð fyri Danmark og Grønland komu til undirskrivingina. Tað skrivar franska sjónvarpsrásin France24.
Upptøkan fór skjótt víða á sosialu miðlunum. Eitt einstakt innlegg á X fekk meira enn eina millión vísingar. Fleiri tulkaðu sangvalið sum eitt danskt prik til amerikansku sendinevndina.
Danmark: Vit valdu ikki sangin
France 24 kannaði fleiri beinleiðis upptøkur frá tiltakinum. Tær staðfesta, at sangurin varð spældur. Upptøkan er sostatt ikki manipulerað.
Men prógv eru ikki fyri, at Danmark valdi sangin fyri at háða amerikanararnar. Danska uttanríkisráðið sigur, at Danmark ikki hevði nakað við tónleikavalið at gera.
ST skipaði heldur ikki fyri tiltakinum.
Skuldi tað vera eitt prik, var málbólkurin heldur ógreiður: Danskir og grønlendskir ráðharrar komu inn saman við Rubio.
So gátan um klovnasangin er framhaldandi óloyst.