Nýggja minnisøkið í Kolbeinagjógv er nú nærum liðugt. Minnissteinarnir eru settir á pláss, og økið er fríðkað við tveimum benkum.
Tað boðar Sjóvar kommuna frá.
Minnisvarðin er reistur til minnis um Rasmus Jacobsen av Strondum, sum var fyrsti niðursetumaður í Kolbeinagjógv. Hann setti búgv í bygdini í 1933.
Rasmus gjørdist einkjumaður tvær ferðir. Báðar konur hansara doyðu frá nýføddum børnum.
Í 1934 fluttu foreldur hansara, Hanus og Elin, til Kolbeinagjáar. Tey gjørdust honum og børnunum ein stór hjálp.
Einasti vegurin í bygdini, Rasmusargøta, er uppkallaður eftir honum.
Í mars varð ætlanin um at flyta minnissteinarnar og gera ein miðstað í bygdini umrødd á einum ástaðarfundi.
Jeffrei Berg hevur høgt og málað bókstavirnar á steinunum av nýggjum, meðan Hallur Fláaberg hevur smíðað tveir benkur og fríðkað um økið.
Sjóvar kommuna fegnast um nýggja miðstaðin, sum nú prýðir bygdina.