Einsemi og tørvurin á felagsskapi eru millum orsøkirnar til, at Kollafjarðar kirkja nú hevur fingið sína egnu kirkjustovu. Her skulu fólk í øllum aldri kunna hittast, práta og kenna seg sum part av einum felagsskapi.
Kirkjuráðið hevur leigað kaféina við Sjógv, sum er í ovara enda á Handlinum hjá Børga, eisini nevndur CAJ. Nýggja kirkjustovan varð tikin í brúk sunnudagin 18. oktober.
Ein kaffimunnur kann gera stóran mun
Jan Terje Edmundsson, næstformaður í kirkjuráðnum, hevur arbeitt miðvíst fyri at fáa eina kirkjustovu í bygdini.
Hann leggur dent á, at kirkjan eisini skal vera eitt stað, har fólk kunnu hittast uttan fyri vanligu gudstænasturnar.
– Vit vita, at meðan summi hava nógv fólk rundan um seg, eru onnur, ið sakna onkran at práta við ella eitt stað at koma, har tey kenna seg vælkomin.
Hann vísir á, at ein kaffimunnur og eitt gott prát kunnu hava stóran týdning.
– Eitt gott prát, ein látur ella bara tað at sita saman eina løtu kann gera stóran mun í gerandisdegnum.
Ætla at skipa fyri fleiri tiltøkum
Kirkjustovan skal ikki bara brúkast til kirkjukaffi. Ætlanin er eisini at skipa fyri sangi, hugnaløtum og øðrum tiltøkum, sum kunnu savna fólk í bygdini.
Kirkjuráðið vónar, at nógv fara at taka lut og hjálpa til við tiltøkunum.
Eftir gudstænastuna 18. oktober, tá Annika Gaard Magnussen var prestur, varð kirkjukaffi í nýggju hølunum.
Samstundis kundu fólk skriva seg á listar og bjóða sær til at baka ella smyrja breyð til komandi tiltøk.