Ongi úrslit

Kollvelting á veg í Føroyum: Vitlíki fer at broyta samfelagið grundleggjandi

Vitlíki kann broyta føroyska samfelagið grundleggjandi, men myndugleikarnir eru í vanda fyri at koma ov seint við, heldur løgtings- og vinnulívsmaðurin Fróði Magnussen.

© Privat mynd.
– Eg haldi, at vit standa mitt í einari kollvelting. Eftir mínum tykki er henda broytingin størri enn internetið. Tí er avgerandi, at vit eru við – eisini sum samfelag, sigur Fróði Magnussen.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Fróði Magnussen heldur, at vit standa mitt í einari tøkniligari kollvelting, sum kann gerast størri enn internetið. Samstundis ávarar hann um, at føroyskir myndugleikar kunnu koma rennandi aftaná, meðan vinnulívið verður noytt at fylgja menningini.

– Eg haldi, at vit standa mitt í einari kollvelting. Eftir mínum tykki er henda broytingin størri enn internetið. Tí er avgerandi, at vit eru við – eisini sum samfelag, sigur Fróði Magnussen.

Myndugleikarnir kunnu detta afturúr

Sambært Fróða Magnussen gongur menningin ov seint á teimum siðbundnu økjunum. Hann væntar, at vinnulívið fer at fylgja við, tí fyritøkur eru undir beinleiðis trýsti fyri at gerast meira produktivar og kappingarførar.

Størri vandi er sambært honum fyri, at almenni geirin ikki fylgir somu ferð.

– Myndugleikarnir eru í størri vanda fyri at koma rennandi aftaná, sigur hann.

Hann vísir á, at tað almenna longu í dag hevur trupult við at nøkta allan tørvin. Tað sæst millum annað á bíðilistum, innan almannatænastur og í viðgerðini av byggiloyvum. Bara fyri at nevna nøkur dømi.

Vitlíki kann økja arbeiðsorkuna

Fróði Magnussen sær í stóran mun vitlíki sum ein skrivara ella hjálpara, sum kann gera tað møguligt hjá tí einstaka at avrika munandi meira enn áður.

Hann samanber møguleikarnar við eina gravimaskinu, har eitt menniskja við røttu útgerðini kann gera arbeiði, sum annars hevði kravt nógv fólk.

– Tað er ein næstan óendaligur eftirspurningur eftir tænastum og arbeiðsmegi í samfelagnum, og ein part av hesum tørvinum kann vitlíki hjálpa okkum at nøkta, sigur hann.

Sum dømi nevnir hann eina uppgávu um útlendingar, ið koma til Føroya at arbeiða. Í slíkum føri kann vitlíki brúka søguligar dátur, skipa upplýsingarnar og kanna viðkomandi lógargrundarlag. Soleiðis kann tøknin lætta munandi um arbeiðið innan almenna geiran.

Skúlin má læra næmingar at brúka vitlíki

Ein stór avbjóðing verður sambært Fróða Magnussen at tryggja, at fólk læra at brúka nýggju amboðini rætt.

Hann heldur, at skúlaverkið eigur at hava ein týðandi leiklut í hesum.

– Næmingar mugu læra at brúka vitlíki, sigur hann.

Hann vísir samstundis á vandan fyri, at tey, sum ikki læra at brúka tøknina, kunnu detta afturúr.

Fróði Magnussen hevur sjálvur verið lærari í nógv ár. Hansara sannføring er, at fólk kunnu gerast munandi dugnaligari, um tey læra at brúka vitlíksamboðini rætt.

Føroyar hava ein fyrimun

Fróði Magnussen heldur, at Evropa hevur mist nógv á kunningartøkniliga økinum og nú er í vanda fyri eisini at dragna afturúr innan vitlíki. Eftir hansara meting eru USA og Kina komin nógv longri.

Men Føroyar hava samstundis ein fyrimun.

– Í Føroyum hava vit tann fyrimunin, at vit eru von við at taka nýggja tøkni til okkara, sigur hann.

Drúgvar royndir innan vinnulív

Fróði Magnussen, sum í 2026 varð valdur á Løgting fyri Fólkaflokkin, hevur drúgvar royndir úr føroyskum vinnulívi. Hann hevur millum annað verið stjóri í Formula og formaður í Búskaparráðnum.

Hann heldur, at vitlíki kann gera føroyskt vinnulív meira produktivt og vera við til at økja BTÚ.

Boðskapurin frá honum er greiður: Vitlíki skapar ikki virði av sær sjálvum. Avgerandi verður, hvussu væl Føroyar duga at taka tøknina til sín og gagnnýta møguleikarnar.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

15 tímar síðan

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15. sepember kl. 12:09

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

Í gjár kl. 23:21

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

16. sepember kl. 13:11