Landsstýrið hevur ikki viðgjørt spurningin um at strika mvg atgongumerki til sjónleik og konsrertir mvg fríar. Tað sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Herfyri reisti Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi, spurningin um at gera tað mvg frítt at fara á konsert og á sjónleik.
Tað kom í kjalarvørrinum á, at leiðarin í Reinsarínum hevði ført fram, at mvg var ein stórur trupulleiki, tí í roynd og veru fór fimta hvørt atgongumerki til mvg.
Aksel V. Johannesen sigur, at vit eiga at endurskoða mvg lógina, og sostatt eisini tey undantøk, sum eru í henni.
Undantøkini hava við sær, at mvg lógin verður dýrari at umsita, bæði fyri vinnuna og fyri Taks.
Samstundis minka tey um inntøkugrundarlagið hjá landskassanum. Landsstýrismaðurin heldur, at tað er eisini óvist um undantøkini altíð koma brúkaranum til góðar.
Meirvirðisgjaldið er størsta og týdningarmesta inntøkukeldan hjá landskassanum, og undantøkini merkja at tær vørur og tænastur, sum meirvirðisgjald verður rindað av, mugu rinda hægri gjald, enn tey annars høvdu gjørd, um eingi undantøk vóru.
Aksel V. Johannesen sigur, at hann hevur onga meting av, hvat tað hevði kostað landskassanum í mistari inntøku at gjørt atgongumerki til konsertir og sjónleik, mvg frí
Men Landsstýrið hevur heldur ikki viðgjørt spurningin um at sleppa atgongumerkjum til sjónleikir og konsertir undan mvg.
Men í næstum fer Landsstýrið at viðgera mvg lógina í síni heild, sigur Aksel V. Johannesen.