Løgreglan hevði í gjár ferðslueftirlit í Søldarfirði, har tveir bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra munandi skjótari enn loyvt er.
Ferðin varð máld til 80 og 74 kilometrar um tíman, hóast markið gjøgnum bygdina er 50 kilometrar um tíman. Hetta kostar báðum bilførarunum eina bót.
Í Havn fekk ein bilførari eisini bót eftir eitt minni ferðsluóhapp um middagsleitið. Orsøkin var, at viðkomandi ikki hevði hildið víkiskylduna, upplýsir vakthavandi á polistøðini.