Í gjár ringdi ein bilførari av Strondum til løgregluna við eini ávaring.
Hann sigur, at tá ið hann koyrdi við bilinum í gjár, fór tað at følast so merkiligt. So tá ið han steðgaði og fór at kann málið, sá hann, at tað eina hjólið var lavleyst tí har manglaðu fýra bóltar.
Tí ringdi hann til løgregluna at ávara, og at fáa fólk at ansa eftir, skuldi tað hent at tað var herverk og at tað var hent hjá onkrum øðrum eisini.
Løgreglan sigur, at talan kann vera um herverk. Men tey siga eisini, at tað kann vera, at tey hava skift dekk og hava gloymt at eftirspenna møtrikkarnir í hjólunum.
Løgreglan sigur, at hesa tíðina, tá ið skift verður til vetrardek, fáa tey nógvar fráboðanir um tað sama og tað er tí at tey hugsa ikki um, at møtrikkarnir skulu eftirspennast tá ið tey hava skift hjól.
Í hesum førunum við bilføraranum Strondum høvdu tey skift dekk fyri eini viku síðani, tann 18. novembur...