Hvørji krøv verða sett feløgum, ið umsita kravdu eftirlønaruppsparingina hjá føroyingum? Tann spurningin fari eg at seta Akseli V. Johannesen, landsstýrismanni, á tingfundinum í morgin.
Sambært lógini um eftirløn, skulu øll sum ikki hava nátt fólkapensjónsaldur, og sum hava fulla skattskyldu í Føroyum, spara saman til egna eftirløn. Kravda uppsparingin er nú komin uppá 12 prosent av lønini. Inngjøldini skulu, sambært lógini, fara til góðkendan eftirlønarveitara, ið hevur heimstað í Føroyum.
Men í juni mánaði frættist í fjølmiðlunum, at LÍV-samtakið hevði mist 174 mió. krónur við at gera íløgur í eitt felag, sum ikki hevði megnað at tjent pengar, og at samstarvið við hetta felagið tí var steðgað. Eisini hava atfinningar verið um, at avkastið hjá føroysku pensjónsfeløgunum hevur bara verið góða helvt av tí, sum donsku pensjónsfeløgini hava havt í avkasti.
Eg spyrji tí eisini landsstýrismanni, um nakað krav er um, hvørjar íløgur pensjónsfeløgini kunnu seta pengar í, og um nakað krav er um gjøgnumskygni, soleiðis at løntakarar kunnu fylgja við í, hvussu nógv tey fáa burturúr uppsparingini? Eisini spyrji eg, um ætlanir eru um at gera broytingar viðvíkjandi avkasti og gjøgnumskygni?
Tá vit við lóg krevja, at øll sum arbeiða skulu spara upp ein so stóran part av lønini til eftirløn, so mugu strong krøv setast teimum, ið skulu hava hesar pengarnar undir hond.
Tingfundurin í morgin byrjar klokkan 11, og munnligir fyrispurningar eru fyrst á skránni.
Helgi Abrahamsen,
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin