KT-felagið hevur verið á vinnuferð í Grønlandi fyri at styrkja sambondini millum føroysku og grønlendsku KT-vinnuna og leggja lunnar undir nýtt samstarv.
Leitaðu eftir ítøkiligum samstarvi
Á einum tiltaki hittust føroyskar og grønlendskar fyritøkur, kommunur og aðrir viðkomandi partar. Á skránni vóru millum annað føroyska KT-vinnan, KT-trygd og arbeiðið við føroysku vitlíkisætlanini.
Ein týðandi partur av tiltakinum vóru skjótfundir, har luttakararnir fingu samband við fleiri møguligar samstarvspartar og kundu kanna, hvar grundarlag er fyri samstarvi.
Líknandi avbjóðingar
Føroyar og Grønland hava sambært KT-felagnum fleiri líknandi fortreytir og avbjóðingar innan KT. Tí kann nógv vinnast við at deila royndir og knýta vinnulívini tættari saman.
Vónin er, at sambondini, sum vórðu knýtt á ferðini, kunnu gerast byrjanin til meira samstarv millum føroysku og grønlendsku vinnuna.