Ongi úrslit

Kunnu dómar ógildast vegna grundlógarbrot?

Eingir dómar verða generelt ógildaðir ella broyttir, bert settir til viks.

© Shutterstock
Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 21:50

Í Danmark eins væl og í restuna av ríkinum, er eingin dómur beinleiðis vorðin ógildaður, tí hann stríðir ímóti grundlógini.

Danska rættarskipanin byggir nevniliga á eftirlit í einstøkum málum og regluna um rættartrygd, sum krevur, at dómssavgerðir skulu vera endaligar. Rættarskipanin hevur, mótsætt í Týsklandi, og tað mesta av Suðurevropa, yvirorðnað álit á at alt gongur rætt fyri seg aðrastaðni í systeminum.

Í Týsklandi hava tey eina sjálvstøðugan rættarskipanin, yvir vanligu rættarskipanina. Hendan heldur eyga við, at dómir dømast innanfyri lógina. Meta tey at okkurt hevur gingið skeivt fyri seg, kunnu tey heilt sjálvi ógilda dómin.

Hóast dómar ikki verða strikaðir afturvirkandi í danska ríkinum, kunnu danskir dómstólar kortini meta um, hvørt ein lóg brýtur grundlógina. Er tað soleiðis, velja teir einfalt ikki at nýta lógina í tí ítøkiliga málinum. Á fakmáli kallast tað konkret prøving.

Eitt kent og søguligt dømi um hetta er tann kenda Tvind-sakin (1999). Hetta er tann einasti dómurin í danskari rættarsøgu, har Hægstirættur beinleiðis hevur staðfest, at ein lóg frá Fólkatinginum var grundlógarstríðug (vegna valdsbýtið í § 3).

Hægstirættur ógildaði tó ikki lógina generelt og broytti ongar gamlar dómar. Hann valdi bert at seta lógina til viks í júst hesum eina málinum.

Sostatt er rættarliga niðurstøðan klár: Dómstólarnir í kongaríkinum kunnu seta grundlógarstríðugar lógir til viks í einum ítøkiligum málið, men eingir dómar verða generelt ógildaðir ella broyttir.

Støðan er nøkurlunda tann sama í øllum norðanlondum.

Kortið vísur hvussu lógin verður kontrollerað í Europa.

Kortið er gjørt við vitlíki

Sí nærri

Mest lisið hesa vikuna

SEV roynir nýggja grøna orku í sjónum

3. juni kl. 19:00

Løtumyndir - Color Run í Vági

2. juni kl. 18:40

Løtumyndir - Mentanarnáttin á Tvøroyri

31. mai kl. 17:02

Nýbygningur hjá Smyril Line fekk stóran skaða undir royndarsigling

Í gjár kl. 11:00

Nú er nýggja stjórnin í Danmark skipað

1. juni kl. 21:06

Sær gott út, men ilt at meta um hvussu summarið endar

31. mai kl. 18:00