Ongi úrslit

Kunnu ikki tryggja teimum ein kvinnuligan kommunulækna

Áki Bertholdsen
7 tímar síðan

Í næsta mánað fer Heilsustrygd at søkja eftir einum kommunulækna afturat til Vágar.

Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum.

Jóhannis Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hana, nær tað er væntandi, at nýggjur kommunulækni verður settur og um arbeitt verður fyri, at verður ein kvinnuligur lækni.

Hann vísir á, at í dag eru tveir mannligir kommunulæknar í Vágum, men fleiri hava saknað, at tað eisini skal bera til at fáa ein kvinnuligan lækna.

Landsstýriskvinnan sigur, at í næsta mánað er ætlanin at søkja eftir einum kommunulækna afturat til Vágar

Men tey kunnu ikki tryggja vágafólki, at tey fáa ein kvinnuligan lækna.

Tá ið Heilsutrygd fer at lýsa eftir kommunulækna fara tey - í samsvar við setanarpolitikk landsins - at seta tann umsøkjaran sum er best skikkaður til starvið, og í tí sambandi kann munur ikki verða gjørdur á kyni, sigur landsstýriskvinnan.

Mest lisið hesa vikuna

Álvarsom hending í Fuglafirði

11. august kl. 21:36

Nógvur ófriður í nátt - løgreglan hevur havt fleiri í brummuni

8. august kl. 08:24

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

8 tímar síðan

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Her er best at síggja sólarmyrkingina

11. august kl. 16:06

67 ára gamli musikkhandilin, Simme Musikkhús í vanda fyri at lata aftur!

8. august kl. 12:03