Ongi úrslit

Kunnu innflyta jólagávur fyri 2.500 krónur

Áki Bertholdsen
13 minuttir síðan

Tað er eitt stórt tal á føroyingum sum fara ein túr uttanlands hesa tíðina - og tey koma ikki tómhent heim aftur.

Norrøna skipar fyri jólatúri til Danmarkar og túrarnir hjá Atlantsflogi til Edinburg eru eisini vælumtóktir.

Men nú minnir Taks á, at tað er mark fyri, hvussu nógv, fólk kunnu hava heim við aftur.

– Tú kanst keypa fyri 2.500 krónur umframt mvg uttan at rinda toll, sigur Taks. Keypir tú fyri meira, skalt tú boða frá í tollinum í Føroyum, leggja tey afturat

Og tað gera fólk við at fara eftir reyðu rás á flogvøllinum ella á farstøðini, tá ið tú kemur aftur. Fara fólk eftir grønu rás og verða tikin, rinda tey bæði toll, men so skulu tey eisini rinda tað dupulta afturat í bót.

Tað merkir eisini, at fólk skulu kunna prógva prísin á vøruni við eini kvittan, ella upp á annan máta. Kunnu fólk ikki prógva prísin, kunnu tollararnir sjálvir seta ein prís á.

Vøra, sum hoyrir saman, skal eisini innflytast saman og ikki hvør sær og tað ber heldur ikki til at lata onnur innflyta ein part av vøruni. Einir oyraringar fyri 3.000 krónur kunnu innflytast hvør sær fyri at koma undir markið, sigur Taks.

Men tey skoyta upp í, at afturat vørum fyri 2.500 krónur, kunnu fólk eisini keypa tær mongdir av tollfríum rúsdrekka, tubbakki, og annað, sum tey annars hava loyvi at hava við sær.

Mest lisið hesa vikuna

Her eru tey sløgini av heilsuskaðiligum mjøli sum er selt í Føroyum

20. november kl. 12:43

Rúni samlar pengar til stórlið í Hoyvík

17 tímar síðan

SÍ MYNDIR: Ógvusligur eldur herjaði hjá MEST á Skála

18. november kl. 21:28

Video: Ógvusligur eldur á Skála Skipasmiðju

18. november kl. 19:12

Meldaðu mann fyri at skjóta ólógliga - men tað gjørdi hann ikki

23. november kl. 08:14

Eldur á Skála: Øll tilbúgvingin send á skipasmiðjuna

18. november kl. 18:10