Tiltakið byrjar sunnudagin 17. mai við árligu stuðulssvimjingini hjá Hellufossi. Vikan endar 24. mai við morgunjoga, dýppi og familjuhugna við gomlu svimjihylina.
Á skránni eru eisini fleiri afturvendandi tiltøk. Millum annað verður dýpping í Úrá fleiri morgnar, og fleiri tiltøk verða á Leynasandi. Týsdagin 19. mai verður eisini skipað fyri “Color Run” fyri børn úr Áarlon og Kvívíkar skúla.
Tiltøk fyri børn og vaksin
Mánakvøldið verða pinkubarnasvimjing og tálarasvimjing á skránni. Mikudagin verður lívbjargaraskeið fyri børn og vaksin.
Hósdagin verður mini-triathlon fyri børn. Fríggjadagin verður skipað fyri sjósporti og “snar triathlon” fyri vaksin. Lutakarar skulu svimja, súkkla og renna.
Dýpping og sauna
Fleiri kvøld í vikuni verður vælverukvøld við sauna, gosi og ísbaði. Kostnaðurin er 300 krónur.
Leygardagin 23. mai verður høvuðstiltakið “Kvívík svimur”. Tá kunnu borgarar úr Kvívík og grannakommunum svimja allan dagin.
Hellufossur upplýsir, at øll eru hjartaliga vælkomin til tiltøkini. Sí alla skránna her.