Tað verður sæð ljóst upp á tingini í Skálavíkar kommunu. Har hava tey ætlanir um at gera fleiri íløgur, og samstundis er ætlanin at lækka skattaprosentið úr 21 og niður í 20 prosent.
Skálavíkar kommuna skrivar soleiðis:
Nú fíggjarætlanin hjá Skálavíkar kommunu nærkast teimum 17 mill. kr. er stór optimisma í kommunustýrinum.
Skattaprosentið verður tí lækkað í fíggjarætlanini fyri 2027 - við ein prosentið til 20 prosent.
Grundin er, at komandi árini verða útvið 60 nýggj arbeiðspláss knýtt at bygdini, og kommunan ynskir at gera tað lætt at velja Skálavík sum búpláss.
Nýggjan barnagarð og frítítíðarskúla í næstum
Kommunan hevur ætlanir um at byggja nýggjan barnagarð og frítítíðarskúla, har øll orkan skal verða grøn. Teknistovan FUGLARK hevur longu teknað uppskot til nýggja barnagarðin-og frítítíðarskúlan, sum myndin omanfyri vísir.
Flótibrúgvar koma í næstum
Pengar eru longu settir av til flótibrúgvar, ið koma í næstum. Tíðin er komin at modernisera partar av bátahylinum, tí tað gerðst alt meira neyðugt at bátar liggja við flótibrúgvar heldur enn inni við bryggjukantin.
Sum nevnt omanfyri, so økist fólkatalið í Skálavík nógv í næstum, og tað krevur, at kommunan er eitt fet frammanfyri í menningini. Við ætlanunum, sum lýstar eru omanfyri, verða nakrir lunnar lagdir til ta menning, sum stendur fyri framman.
