Jeff Landry kom ikki einsamallur til Grønlands í gjár.
Við honum í Nuuk, er læknin Joseph Griffin. Hann er eftir øllum at døma, við á ferðini í einum ráðgevandi leikluti.
Sambært Griffin, sum sambært Sermitsiaq, tosaði við TV 2, hevur Landry boðið honum við til Grønlands, fyri at hjálpa til við at meta um lækna- og heilsutørvin í landinum. Vitjanin skal millum annað geva innlit í, hvussu heilsuverkið verður útint í verki í Grønlandi.
Griffin undirstrikar at hann luttekur sum sjálvboðin, og at høvuðsendamálið er at tosa við fólk í Grønlandi um teirra royndir við heilsuverkinum.
– Vit vilja fyrst og fremst læra, hvussu heilsutænastur verða útintar her, sigur hann.
Vitjanin fer fram í eini tíð, har heilsupolitikkur í Grønlandi hevur fingið altjóða ans. Tann amerikanski forsetin Donald Trump hevur áður skotið upp at senda eitt amerikanskt sjúkrahússkip til Grønlands, eitt uppskot sum grønlendska landsstýrið vrakaði.