Ongi úrslit

Laila & Malan á Summar Festival

Dugnaligu songkvinnurnar framføra á Summar Festivalinum í august

Tíðindaskriv
8 tímar síðan

Virknu og royndu songkvinnurnar Laila Carlsen og Malan Eyðunsdóttir spæla konsert á ársins Summar Festivali.

Tær hava í mong ár verið virknar í ymiskum samanhangum – í bólkum, í kóri, sum solistar og sum kórsongkvinnur – og tær eru kendar sum sterkar songkvinnur við orku og yvirskoti. Tær kunnu framføra øll hugsandi sløg av tónleiki – eitt nú lívligan rock og fangandi popp.

Á Summar Festivalinum fara tær at framføra sum duo, og aftrat sær hava tær væl spælandi tónleikarar.

Tær spæla góðar og kendar sangir til stóru fjøldina, og hetta verður uppløgt høvi hjá fólki at syngja og liva við.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 6. til 8. august.


Mest lisið hesa vikuna

Smyril bjargaði manni úr bjargingarbáti eystanfyri Sandoynna

Í gjár kl. 17:15

Aftur eitt ferðsluóhapp við brúnna um Streymin

15. juni kl. 07:43

Teitur Skoubo dømdur fyri einfaldan harðskap

12. juni kl. 12:14

Stór verjuætlan: Tórshavn kann fáa loftverju móti rakettálopum

15. juni kl. 16:00

Oddmar Færø farin

12. juni kl. 21:07

Vit blivu ordiliga rørd

15. juni kl. 22:41