Nýggja KT-skoðanin av Vørn er meira enn tvey ár seinkað. Hon skuldi eftir ætlan gerast í juni 2024, men í august 2026 var hon framvegis ikki gjørd.
Tað stendur í ársfrágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini fyri 2025.
Tríggir veikleikar vóru høgt raðfestir
Seinasta KT-skoðanin av Vørn varð gjørd í 2022. Niðurstøðan var, at trygdarviðurskiftini ikki til fulnar vóru í samsvari við krøvini í trygdarrundskrivinum.
Skoðanin staðfesti 12 KT-veikleikar. Tríggir vóru raðfestir høgt, átta miðal og ein lágt.
Sambært niðurstøðuni fylgdi Vørn tó krøvunum í trygdarrundskrivinum í ávísan mun.
Nýggj skoðan framvegis útsett
Sambært Vørn hevði eitt grannskoðanarvirki hjálpt stovninum at gera eina váðameting og var farið undir arbeiðið við einari nýggjari KT-skoðan.
Men í august 2026 upplýsti landsstýrisfólkið, at KT-grannskoðanin var útsett.
Grannskoðanarvirkið hevði tá boðað frá, at tað í næstum fór at leggja eina nýggja KT-skoðan av Vørn til rættis.
Tá vóru meira enn tvey ár liðin, síðan skoðanin eftir ætlan skuldi verið gjørd í juni 2024.