Ongi úrslit

Landsseyðasýningin 2026: Nú skulu vakrastu veðrarnir í Føroyum finnast

Hvør eigur vakrasta veðrin í Føroyum? Landsseyðasýningin verður í november, og Búnaðarstovan hevur sett freistina fyri tilmelding.

© Búnaðarstovan.
Hvør verður vakrastur í ár? Fimm sýnsmenn skulu meta um horn, ull, bein og heildarmynd, tá Landsseyðasýningin 2026 verður hildin í november.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Frá 12. til 14. november fara fimm sýnsmenn kring landið at meta um teir vakrastu veðrarnar í Føroyum. Endaliga úrslitið av Landsseyðasýningini 2026 verður kunngjørt fríggjakvøldið 20. november klokkan 19.

Men skulu veðrarnir sleppa við í kappingina, mugu teir vera meldaðir til Búnaðarstovuna í seinasta lagi mánadagin 9. november klokkan 15.

Níggju veðrar úr hvørjum øki

Landsseyðasýningin verður skipað á sama hátt sum undanfarin ár. Í staðin fyri at savna allar veðrarnar á einum stað fara sýnsmenninir út í økini at meta um teir.

Úr hvørjum øki verða tríggir teir vakrastu veðragjólingarnir, tríggir teir vakrastu veturgomlu veðrarnir og tríggir teir vakrastu veðrarnir, sum eru tvey ár ella eldri, tiknir við í dømingina.

Fimm sýnsmenn verða valdir umframt ein samskipara og ein skrivara.

Horn, ull og bein verða mett

Sýnsmenninir geva stig frá null til tíggju fyri beinini framman og aftan, horn, ull og heildarmynd.

Hvør sýnsmaður metir sjálvstøðugt um seyðin.

Fyri at sleppa við skal seyðurin frammanundan hava verið á einari staðbundnari sýning, sum Búnaðarstovan hevur góðkent.

Seyðurin skal eisini vera frískur, og tað skal vera staðfest við ílegukanning, at hann hevur mótstøðuføri móti ridluskriða sambært reglugerðini.

Sýnsváttanin skal sendast Búnaðarstovuni saman við tilmeldingini.

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

23. oktober kl. 12:08

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Amerikanskur serfrøðingur: Trump skal keypa Føroyar leysar frá Danmark

25. oktober kl. 04:11

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:07