Føroya Landsstýri hevur í gjár tikið eitt lán upp á 900 milliónir og tað er gjørt við at selja lánsbrøv. Lánsbrøvini eru seld í Føroyum og uttanlands.
Peningurin skal brúkast til at rinda eitt lán upp á 900 milliónir og sum fellur til gjaldingar 19. juni.
Nýggja lánið er eitt fýra ára lán, sum fellur til gjaldingar 3. juni 2030. Áljóðandi rentan er 2,875% og kursurin fyri lánið var 99,936. Tað merkir, at effektiva rentan er 2,892%. Effektiva rentan tekur atlit at bæði áljóðandi rentuni og kursinum.
Effektiva rentan á trý ára láninum, sum verður goldið aftur 19. juni er 3,651%. Tað vil siga, at rentan á nýggja 4-ára láninum er 0,76% stig lægri. Rentustøðið er fallið síðani 2023, tá ið lánið sum fellur til gjaldingar, varð tikið.
Landsbanki Føroya og Nordea Bank hava fyrireikað lántøkuna og Landsbankin sigur, at tað gekk bæði skjótt og væl at selja lánsbrøvini. Eftirspurningurin eftir lánsbrøvunum var nevniliga munandi størri, enn tær 900 milliónunum ið tørvur var á.