Tíggjundi flokkur verður ikki niðurlagdur. Tað staðfesti Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, í tíðindunum á FM1, seinnapartin í gjár.
Nýskipanarnevndin hevur annars skotið upp at avtaka tíggjundu flokkarnar kring landi, tí tey halda ikki, at tað er ein almenn uppgáva at hava eitt eyka skúlaár tí í skúlatíðin er frá fyrsta til níggjunda flokk. Tey siga eisini at tað hevði spart landinum einar 15 milliónir.
Men landsstýrismaðurin sigur, at hann fer ikki at fylgja tilmælinum.
Hann sigur, at tað stendur í samgonguskjalinum at skúlabygnaðurin skal endurskoðast, eisini tíggjundi flokkur og tað er eitt arbeiði hann hevur sett sjøtul á.
Hann sigur við FM1, at talan kann verða um at broyta tíggjunda flokk, men niðurlagdur verður hann ikki.
Hann vísir á, at hvør árgangur av næmingum er einar 700 næmingar og tað er ein rættiliga stórur partur, ella 450 - 460 næmingar, sum ganga í tíggjunda flokk. Tað eru eini 65 prosent av øllum árganginum.
Hann sigur, at tað er eitt gott tilboð upp á nógvar mátar, tí næmingarnir búnast nógv hetta árið og tað stuðlar teimum í at koma í ein góðan, sosialan samanhang.
Hava vit ongan tíggjundaflokk er landsstýrismaðurin sannførdur um, at enn fleiri ung fara av landinum á eftirskúlar og so koma tey kanska ikki aftur. Tí heldur hann eisini at tað er neyðugt at vit hava góð tilboð til ungdómin her heima í Føroyum.