Ongi úrslit

Leggja enn eitt avgjald á føroyskar arbeiðsgevarar

Ætlanin er, at føroyskir arbeiðsgevarar framyvir skulu gjalda eitt avgjald fyri hvørja lønarflyting. Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir frá at samtykkja avgjaldið

Føroya Arbeiðsgevarafelag
1 tími síðan

Sum fylgilógaruppskot til fíggjarlógina er eitt uppskot lagt fyri Løgtingið, sum ber við sær, at føroyskir arbeiðsgevarar skulu gjalda eitt avgjald til landskassan á 4-5 krónur fyri hvørja einstaka lønarflyting. Tilsamans skulu føroyskir arbeiðsgevarar gjalda umleið 3 mió. krónur í avgjøldum.

Hóast avleiðingarnar av hesum uppskoti í sjálvum sær kunnu tykjast avmarkaðar, er hetta bara tað seinasta í einari langari røð av avgjaldshækkingum seinastu árini. Mangir lítlir løkir kunnu sum kunnugt gera eina stóra á.

Harumframt rakar avgjaldið arbeiðsgevarar ymiskt. Teir arbeiðsgevarar, sum gjalda løn vikuliga, koma sostatt at rinda eitt størri avgjald enn arbeiðsgevarar, sum gjalda mánaðarløn.

Tað er landið, sum hevur kravt, at arbeiðsgevarar skulu nýta eina ávísa skipan, tá ið lønin verður flutt til løntakaran. Tað mest náttúrliga hevði tí verið, at landið setti pening av á fíggjarlógini til kostnaðin av lønarskipanini.

Tað, sum ger støðuna uppaftur meira bakvenda, er, at tað í sama lógaruppskoti verður skotið upp at veita útlendskum arbeiðsgevarum ein skattligan stuðul, sum sambært viðmerkingunum til lógaruppskotið verður mettur at kosta landskassanum 25-30 mió krónur um árið. Harumframt verða í sama uppskoti 30-40 milliónir krónur nýttar uppá, at fakfelagsgjaldið skal kunna trekkjast frá í skatti.

Orsøkin til hetta seinasta avgjaldið á arbeiðsgevarar kann tí neyvan vera, at landskassanum vantar pening. Orsøkin er heldur tann, at vinnupolitkkurin er steindeyður.

Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir Løgtinginum frá at samtykkja avgjaldið á lønarflytingar.

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 04:55

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

15. november kl. 09:12

Ein viti er slóknaður: Minningarorð um Óla Eyðun Eliassen

16. november kl. 07:00

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

15. november kl. 13:23

Fjúrtan heilsuhjálparar afturat klaktir á Heilsuskúlanum í Suðuroy

12. november kl. 16:10

Ein nuanserað viðmerking til eina nuanseraða samrøðu

14. november kl. 14:27