Ongi úrslit

Leggja fyrst fyri á Svangaskarði

Burtursæð frá grannauppgerðini á Toftum verður fyrsta bríksl leygardagin klokkan 15

Jonhard Hammer
55 minuttir síðan

27. og síðsta umfar í Meistaradeildini verður nú leygardagin 31. oktober.

Í fýra dystum verður fyrsta bríksl klokkan 15, og á Toftum, har B68 fær vitjan av grannunum í NSÍ, sum sunnudagin tryggjaðu sær FM heitið, verður fyrsta bríksl klokkan 14.

Tað verður Jóhan Hendrik Ellefsen, sum verður 23. maðurin á vøllinum á Svangaskarði.

Heilt avgerandi dystirnir um, hvør fer niður í næstbestu deildina saman við B68, vera við Margáir í Streymnesi og inni í Vika á Argjum.

Við Margáir verður Heini Ziska Viðoy dómari, tá ið EB/Streymur fær vitjan av Skála ÍF, og á Argjum verður Jákup Øssursson Mohr dómari, tá ið AB fær vitjan av 07 Vestur.

27. umfar

Leygardagin 31. oktober

KÍ – Víkingur: Leivur Zachariasen kl. 15.00

B68 – NSÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 14.00

EB/Streymur – Skála ÍF: Heini Ziska Viðoy kl. 15.00

HB – B36: Eiler Rasmussen kl. 15.00

AB – 07 Vestur: Jákup Øssursson Mohr kl. 15.00

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

23. oktober kl. 12:08

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Amerikanskur serfrøðingur: Trump skal keypa Føroyar leysar frá Danmark

25. oktober kl. 04:11

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:07