Í gjár varð stór móttøka í Siloini á vestaru bryggju. Leif Abrahamsen, sum í 35 ár hevur verið stjóri á Gjaldstovuni, varð fagnaður av fleiri hundrað fólkum, og talan var um stórsligna móttøku. Hann fer 1. november úr stjórastarvinum.
Leif hevur verið virkin í sangi og tónleiki, og tað setti dám á løtuna. Hamradun spældi, og so møtti Havnar Hornorkestur eisini upp. Har hevur Leif verið ein av blásarunum.
Durita Tausen, sum er varastjóri í Gjaldstovuni, leiddi løtuna, og fyrsti røðari var Aksel V. Johannesen, sum nú er landsstýrismaður í fíggjarmálum, og sum eisini var landsstýrismaður í fíggjarmálum fyri 15 árum síðani – frá februar og til november 2011. Aðalstjórin í fíggjarmálaráðnum Bjarni Askham Bjarnason segði eisini nøkur orð, og so vóru videoheilsur frá starvsfólkum og eisini frá Jóannesi Eidesgaard, sum var landsstýrismaður í fíggjarmálum 1994-1996 og 2008-2011.
Leif Abrahamsen sigur soleiðis:
Nú leggi eg eina drúgva yrkisleið aftur um meg, og eg eri eg takksamur fyri tey mongu árini, har eg havi havt høvi at tæna føroyska samfelagnum, og hevur havt tann framíhjárætt at sæð, hvussu innsatsurin hjá Gjaldstovuni hevur havt ávirkan á samfelagið, sigur Leif.
Eg byrjaði sum stjóri, tá ið eg var 32 ára gamal um tað mundi, tá ið Føroyar fóru á húsagang. Nú eg eri vorðin 67 ár og hava verið 35 ár við róðrið, er tíðin komin, har eg fari at leggja frá mær.
Eg havi havt ábyrgd sum leiðari, nevndarlimur og ráðgevi, og hesi ár hava givið mær bæði fakligar og menniskjaligar royndir, sum hava myndað meg fyri lívið.
Eg kenni, at tað hevur verið víst mær stórt álit frá politisku skipanini, tá ið tað snýr seg um at skapa einar munadyggar almennar Føroyar. Gjaldstovan veitir í dag tænastur tvørturum ráð, stovnar, kommunur, fyritøkur og borgarar. Her hevur Gjaldstovan eisini fingið stórt álit, sigur Leif Abrahamsen.
Blekkið var ikki meira enn tornað á setanarbrævinum, áðrenn størsta avbjóðingin á starvsleiðini hjá unga stjóranum kom buldrandi.
Bankarnir fóru á húsagang, eftirstøðurnar hjá landinum eksploderaðu, trygdirnar vóru burtur og veðhald, sum vit ikki vistu vóru til, gjørdust effektiv. Fyri at leggja stein oman á byrðu, so vóru eingir pengar í kassanum.
Og Leif Abrhamsen sigur soleiðis um minnini frá kreppuni:
Landskassin var snøgt sagt tómur, og tað fer ongantíð frá mær, hvussu sárt tað kendist og var, tá ið krøv vórðu send privatum fólkum, sum vóru í skuld, og sum einki høvdu at gjalda við, og hetta hevði stórar avleiðingar fyri nógv, sigur Leif Abrahamsen.
Nú hann leggur frá sær, ætlar hann ikki at keða seg. Hann hevur nógv áhugamál, sum hann ikki hevur havt stundir at gera so nógv við, og so eru tað abbabørnini, sum búgva uttanlands, og sum hann nú ætlar at vera meiri saman við.