Ongi úrslit

Leigari kærdi útleigara fyri at tøma íbúð: Leigunevndin avvísti kæruna

Ein leigari kærdi útleigaran fyri at fara inn í leiguíbúðina uttan samtykki og flyta privatar ognir. Men Leigunevndin avvísti kæruna.

Leigunevndin hevur avvíst eina kæru um ein útleigara, sum sambært leigaranum tømdi íbúðina uttan samtykki. Nevndin tók ikki støðu til, um framferðin var lóglig.
Edmund Jacobsen
5 tímar síðan

Leigunevndin hevur avvíst eina kæru frá einum leigara, sum helt uppá, at útleigarin uttan loyvi hevði farið inn í leiguíbúðina, handfarið privatar ognir og síðani tømt íbúðina.

Sambært leigaranum hevði útleigarin gjørt hetta uttan samtykki og uttan, at viðkomandi myndugleikar høvdu verið uppi í málinum.

Ein mánaðar húsaleiga var ikki goldin

Leigarin upplýsti, at ein mánaðar húsaleiga var í eftirstøðu.

Eftir áheitan frá Leigunevndini gjørdi leigarin greitt, at kæran ikki snúði seg um grundarlagið fyri uppsøgn ella ógilding av leiguavtaluni, men um framferðina hjá útleigaranum.

Henda nágreiningin gjørdist avgerandi fyri niðurstøðuna.

Leigunevndin kundi ikki viðgera kæruna

Formaðurin í Leigunevndini metti, at spurningurin um, hvørt útleigarin hevði rætt til sjálvur at fara inn í íbúðina, tøma hana og handfara privatar ognir hjá leigaranum, lá uttan fyri lógarásetta málsøkið hjá nevndini.

Kæran varð tí avvíst við heimild í § 28, stk. 4 í leigulógini.

Leigunevndin undirstrikar tó, at hon ikki hevur tikið støðu til, um framferðin hjá útleigaranum var lóglig ella ólóglig.

Avgerðin, sum varð kunngjørd 11. november 2026, er dulnevnd, og upplýsingar, sum kunnu eyðmerkja partarnar, eru tiknar burtur.

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

19 tímar síðan

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

14 tímar síðan

Fjúrtan heilsuhjálparar afturat klaktir á Heilsuskúlanum í Suðuroy

12. november kl. 16:10

Par kom til ilnar á alfaravegi

Í gjár kl. 09:08

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

10 tímar síðan

Hon var til reiðar at taka sæti á tingi fyri at fella uppskot um fosturtøku

10. november kl. 17:23