Strandferðslan leitar við ljós og lykt eftir einum avloysaraskipi fyri Smyril. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í samferðlumálum.
Súsanna Bertholdsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann, hvussu gongur at finna eitt avloysaraskip fyri Smyril.
Tinglimir úr Suðuroy siga, at vit mugu aldrin aftur koma í somu støðu sum í fjør, tá ið Galaxy sigldi fyri Smyril, tí tað hevði størri avleiðingar fyri Suðuroynna enn nakar gevur sær far um.
Jacob Vestergaard sigur, at Strandferðslan leitar av øllum alvi eftir einum hóskandi skipu og hann sigur eisini, at tey hava funnið nøkur ávís skip, sum tey kanna gjølligari fyri at vita um tey kunnu brúkast til Suðuroyarsiglingina.
Finna tey eitt hóskiligt skip, verður tað Løgtingið, sum verður at taka støðu til um tað skal keypast ella ikki, sigur hann.
Landsstýrismaðurin vísir á, at smyril skal í dokk í 2028. Tá skulu allir fýra motorarnir skiftast og tí verður hann tikin úr sigling í 11-12 vikur.
Jacob Vestergaard sigur, at ein støðulýsing av Smyrli vísir, at skrokkurin er góður, men í sambandi við motorar og køliskipanir eru ávaringarlampurnar farnar at lýsa bjart.
Tí kann tað vera so skjótt, at hann liggur og sostatt hevur tað stóran týdning at finna eitt skip sum skjótast.