USA hevur síðan 1951 havt eina avtalu, sum gevur amerikonsku verjuni víðfevndar møguleikar at virka í Grønlandi, so leingi fullveldið hjá danska ríkinum ikki verður skert. Nú er ein nýggj trygdaravtala millum USA, Danmark og Grønland á veg.
Sær fáar stórar broytingar
Peter Viggo Jakobsen, lektari við danska Verjuakademiið, metir, at nýggja avtalan neyvan fer at broyta verandi skipan stórvegis.
– Tillukku, Trump. Nú hevur tú fingið tað, sum tú hevur havt síðan 1950-árini, sigur hann.
Donald Trump hevur sjálvur lýst avtaluna sum ein amerikanskan sigur. Hann hevur sagt, at hon gevur USA varandi ræði á trygdini og øðrum amerikanskum tørvum í Grønlandi.
Kann minka um spenningin
Peter Viggo Jakobsen metir, at avtalan kann vera góð fyri NATO og sambandið tvørtur um Atlantshav, tí hon kann minka um spenningin kring Grønland og gera tað møguligt at leggja størri dent á onnur trygdarmál.
Avtalan væntast undirskrivað í New York í næstu viku, har aðalfundur Sameindu Tjóða verður hildin.