Sambýlið, Gerðisgarður, í Skálavík, er ein bústovnur, ið hevur rímiliga góðar karmar til sítt virksemi. Tað er niðurstøðan hjá Løgtingsins Umboðsmanni.
Løgtingsins Umboðsmaður hevur verið á eftirlitsvitjan á Gerðisgerði og har var lítið at finnast at. Og tað, sum var at finnast at, varð avgreitt beinanvegin.
Umboðsmaðurin sigur, at Gerðisgarður tykist sum ein bústovnur við hóskiligum umstøðum til tey sjey fólkini, sum búðu har.
– Gerðisgarður var væl viðlíkahildin innan, men trongdi til ábøtur uttan. Ætlan var løgd fyri neyðugu umvælingarnar uttandura, so umboðsmaðurin ger ikki meiri við tað.
– Á Gerðisgarði hava tey lagt seg eftir, at hava tað so heimligt sum gjørligt, og í sambandi við innrætting og prýðing, hava tey brúkt kend ráð um demensvinarliga innrætting.
– Samanumtikið er tað fatanin hjá umboðsmanninum, at talan er um ein stovn, ið hevur rímiliga góðar karmar til sítt virksemi, sigur umboðsmaðurin.
– Eisini er tað fatanin hjá umboðsmanninum, at stovnurin hevur ein starvsfólkahóp við neyðugum fakligum førleikum at taka sær av búfólkunum á Gerðisgarði.
– Arbeiðið tykist væl skipað við stórum denti á, at talan er um búfólk, sum hava demens av ymiskum slagi, og at halda tey virkin eftir evni, eins og at geva teimum innihaldsríkar dagar.
Einki samstarvsráð var á Gerðisgerði, men stutt eftir vitjanina fekk Umboðsmaðurin kunning um, at samstarvsráð var skipað.
Í sambandi við spurningin um harðskap á stovninum, vísti umboðsmaðurin á, at hóttanir við orðum kunnu fatast sum harðskapur, og fyri trygdina og trivnaðin hjá starvsfólkum er neyðugt at hugsa um slíkar støður, og skráseta tær, um farið verður út um mark.
Eisini hetta fekk stovnurin í rættlag beint eftir vitjanina.