Føroyska songkvinnan og X Factor-vinnarin Linda Andrews hevur fingið eina nýggja og øðrvísi avbjóðing. Í 2027 verður hon eitt av høvuðsnøvnunum í stóru sirkusframsýningini Sensationer og Cirkusdrømme hjá Cirkus Arena.
Saman við kenda danska sjónvarpsvertinum Bubber skal hon ferðast kring Danmark við framsýningini.
Ein sirkusprinsessa hevur fjalt seg í Lindu
Linda Andrews avdúkar sjálv tíðindini á Facebook, har hon ikki dylur, hvussu nógv hon gleðir seg.
– Nú er loyndarmálið avdúkað, og næsta ár skal eg ferðast kring alt Danmark saman við fitta Bubber og Cirkus Arena! Tað verður stórsligið, og eg gleði meg ómetaliga nógv. Tað hevur helst altíð fjalt seg ein sirkusprinsessa í mær. Hvat halda tit, at eg fari at framføra? skrivar Linda Andrews á Facebook.
Skal syngja saman við gospelkóri
Linda Andrews fær ein týðandi leiklut í framsýningini. Saman við gospelkórinum L.A. Gospel Singers skal hon standa fyri einari stórari tónlistarligari finalu.
Cirkus Arena boðar frá, at framsýningin eisini fer at bjóða upp á heimsmet, akrobatikk, javnvágskynstur, váðafullar framførslur og skemt.
Tríggir klovnar verða eisini við. Teir eru Jimmy Folco, Michael Alves og Yann Rossi.
Í 2026 fekk Cirkus Arena altjóða viðurkenningina BigTopLabel, sum verður samanborin við eina Michelin-stjørnu í matstovuvinnuni.
Atgongumerkjasølan til sirkusferðina í 2027 er longu byrjað.
