Ongi úrslit

Lis Samuelsen heldur fram í Norðstreymi: Kirkjuráðini vilja hava hana at halda fram sum prestur

Lis Samuelsen heldur fram sum virkandi sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi. Tvær umsóknir vóru til starvið.

Edmund Jacobsen
54 minuttir síðan

Lis Samuelsen heldur fram sum virkandi sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi.

Á felags kirkjuráðsfundi 17. september innstillaðu kirkjuráðini Lis Samuelsen til starvið fyri tíðarskeiðið oktober til desember 2026. Tvær umsóknir vóru til starvið.

Hon hevur røkt embætið við støði í Vestmanna síðani 1. september 2025 og er tí væl kend í prestagjaldinum.

Hevur verið í Norðstreymi í eitt ár

Tá Lis Samuelsen varð sett í starvið í fjør, var talan um eitt tíðaravmarkað kall. Kirkjuráðini høvdu tá innstillað hana til tænastuna, og biskupur, sum er setanarmyndugleiki, setti hana í starvið.

Lis Samuelsen hevur drúgvar royndir sum prestur. Hon var prestur í Sorø Klosterkirke í Danmark í 12 ár og hevur eisini verið herprestur hjá donsku verjuni. Millum annað var hon í Estlandi í tríggjar mánaðir sum herprestur. Áðrenn hon kom til Norðstreymoyar vestara prestagjald, hevði hon eisini røkt vikariat í føroysku fólkakirkjuni.

Valdi Føroyar fram um Sorø

Várið 2025 gjørdi Lis Samuelsen av at siga starvið sum prestur í Sorø frá sær eftir eitt árs farloyvi og verða verandi í Føroyum.

Í fráboðan til kirkjuliðið í Sorø segði hon, at tað kendist, sum um Føroyar ikki vildu sleppa henni – ella kanska heldur øvut.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

4 tímar síðan

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15. sepember kl. 12:09

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

16. sepember kl. 13:11