Ongi úrslit

Ljósfest 2026: Tónleikur, list og familjutiltøk seta dám á Vág í tríggjar dagar

Ljósfestin bjóðar tónleik, list, barnaundirhald og sølutorg í Vági 14.–16. august. Leygarkvøldið verður tónleikur á pallinum í sjey samfullar tímar.

Danny & The Veetos.
Edmund Jacobsen
5. august kl. 09:45

Í døgunum 14.–16. august verður Vágur karmur um eina fjølbroytta mentanarskrá, tá ið sætta Ljósfestin verður hildin.

Tónleikur, list, sølutorg, søvn og undirhald fyri børn og familjur eru millum mongu tiltøkini. Atgongdin til Ljósfestina er ókeypis.

Tónleikur til langt út á náttina

Fríggjakvøldið verður tjaldið eitt av savningarstøðunum. Sputnik fer á pall klokkan 20, og klokkan 21 tekur danski bólkurin Solband við vágbinginum Jan Wøldike yvir. Seinni um kvøldið verður tøgnardansur og pubquiz við livandi tónleiki aftaná.

Leygarkvøldið verður stóra tónleikakvøldið. Magnus Dahl setur Ljósfestina klokkan 18.30, og Bjørn Hentze Bech verður pallstjóri.

Frá klokkan 19 til 2 fara Hvarv, Annika Hoydal, Starlight, RSP, ABBA – Tribute, Norðkraft - sum spæla konsert fyri fyrstu ferð - og Danny & The Veetos á pall hvør eftir annan.

List, sølutorg og børn í miðdeplinum

Skráin leygardagin byrjar longu klokkan 13. Tá verður millum annað ponyríðing í miðbýnum, sølutorg við heimavirkaðum vørum og fleiri listaframsýningar.

Á sølutorginum verða eitt nú skóleistar, troyggjur, rabarbusúltutoy, køkur og aðrar heimavirkaðar vørur til sølu.

Børnini fáa sítt egna tiltak frá klokkan 15 til 17. Trøllapætur, Trøllaomman og Ommudidd fara at syngja og spæla, og Oddi bjóðar børnunum ballónir. Eisini kunnu børnini leita eftir gimsteinum í sandi.

Klokkan 16.30 fara MGP-vinnararnir úr Vágs skúla á pall.

Listaframsýningin í hølunum hjá Suðuroyar Sparikassa verður opin bæði leygardag og sunnudag. Níggju listafólk sýna fram, og atgongdin er ókeypis.

Ljósfestin varð fyrstu ferð hildin í 2021, tá ið 100 ár vóru liðin, síðan elverkið í Botni fór undir at framleiða ravmagn. Navnið Ljósfest røkkur tó aftur til 1921, tá ið vágbingar savnaðust uttan fyri gamla skúlan at hátíðarhalda, at ravmagn var komið til bygdar.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 06:59

Álvarsom hending í Fuglafirði

11. august kl. 21:36

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

21 tímar síðan

Her er best at síggja sólarmyrkingina

11. august kl. 16:06

Funnu lívleysan persón uttandura í Fuglafirði

12. august kl. 06:39