Ongi úrslit

Løgmaður fer ikki at seta bann - men hann fer at fylgja við gongdini

Áki Bertholdsen
6 tímar síðan

Beinir Johannesen, løgmaður, ætlar ikki at seta banna fyri at brúka snildbrillur í Føroyum.

Tað upplýsir hann fyri Bjørt Lind, løgtingskvinnu fyri Javnaðarflokkin.

Bjørt Lind spurdi hann, hvørja hugsan hann hevur um snildbrillur, og um tað yvirhøvur skal vera loyvt at brúka tær í Føroyum, ella um vit skulu fáa serligur reglur fyri at brúka snildbrillur.

– Brillurnar kunnu brúkast til at taka myndir og video, tosa í telefon og lurta eftir tónleiki, og nýggjar útgávur kunnu eisini nýta vitlíki, vísir løgtingskvinnan á.

– Tøknin hevur nógvar møguleikar, men hon reisir eisini nýggjar spurningar um privatlív og samtykki, sigur hon.

Við eini vanligari fartelefon ber til at síggja, tá ið fólk taka myndir ella filma. Men tá ið myndatólið hinvegin er bygt inn í brillurnar, sum líkjast vanligum brillum, kann tað vera torført hjá fólki at vita, um tey verða avmyndað, sigur tingkvinnan.

Bjørt Lind sigur, at hesa seinastu tíðina hava mong dømi verið um fólk, serliga kvinnur, sum eru avmyndað ella filmað við snildbrillum uttan at vita av tí, og har hetta síðan hevur verið lagt út á sosialar miðlar.

Hon ásannar kortini, at hetta er ikki einfalt, tí snildbrillur kunnu eisini hava gagnlig endamál, eitt nú sum hjálpartól hjá blindum og sjónveikum, sum við hjálp frá vitlíki kunnu fáa upplýsingar um tað, ið er rundan um tey.

Beinir Johannesen sigur, at eins og onnur tól, sum kunnu taka myndir og taka upp ljóð og filmar, kann nýtslan av snildbrillum eisini vera í ósamsvari við dátuverndarlógina og revsilógina.

– Vandi kann eitt nú vera fyri, at viðkvæmar persónligar upplýsingar verða tiknar upp og deildar uttan samtykki, eins og vandi kann vera fyri, at brot verður framt á rættindi hjá tí einstaka til privatlív.

Snildbrillur og tól, sum kunnu taka myndir og taka upp ljóð og filmar, eru ikki ólóglig í sjálvum sær, men nýtslan kann vera ólóglig.

Løgmaður heldur, at tað hevur stórum týdning, at hvør einstakur av okkum ansar eftir, hvussu vit brúka egna tólum, sum kunnu taka upp myndir og filmar - og at vit eisini eru varug við, hvørjar avleiðingar hetta kann hava fyri ein sjálvan og onnur.

Hann sigur, at vit hava ein hóp av nýmótans tólum, eitt nú leikur og ur, sum kunnu taka ljóð upp, umframt at taka myndir og filmar, uttan at fólk varnast tað. Og tí kann tað vera ringt at lóggeva bara fyri snildbrillur.

Harumframt sæst, at snildbrillur kunnu verða útgjørdar við vitlíkistøkni og setur hetta enn fleiri spurningar til nýtsluna av slíkum brillum og líknandi tólum í heila tikið.

– Tí er tað av stórum týdningi, at vit fylgja væl við, hvussu tøknin mennist, hvussu okkara grannalond ger, og hvussu vit tryggja persónliga frælsi hjá tí einstaka, sigur. Beinir Johannesen.

– Útfrá hesum fara vit at fylgja við í, um verandi lóggáva í nóg góðan mun verjir rættin til privatlív, sigur hann.

Mest lisið hesa vikuna

Ben Arabo og Fróði Magnussen »skíta á serfrøðina«

26. august kl. 12:18

Løgtingslimir vilja sleppa at skjóta kóp - teir flokka hann sum skaðadjór

27. august kl. 11:45

Aron er á veg til Skotlands

24. august kl. 19:01

Skipanes er handað Smyril Line

25. august kl. 13:28

Opið bræv til Jacob Vestergaard

27. august kl. 23:58

Løtumyndir-Norðfestivalurin

Í gjár kl. 21:18