Beinir Johannesen, løgmaður, hevur ongan trupulleika av, at starvsfólk í danska herinum hava føroyska flaggið, Merkið, á búnanum. Tað ger hann greitt í dag.
Annars er tað fallið Bjarna Kárason Petersen, løgtingsmanni fyri Framsókn, fyri bróstið, at fólk í danska herinum hava føroyska flaggið á búnanum.
Tí hevur hann reist málið fyri løgmanni og hevur spurt hann, hvat hann heldur um hetta - og um tað yvirhøvur er lógligt.
– Tað er fútin, sum tekur slík mál upp og metir, um lógarbrot er framt og metir fútin, at lógarbrot er framt, reisir hann ákæru í málinum, sigur Beinir Johannesen.
Hann sigur, at tað hann veit, hevur einki skrivligt samskifti verið ímillum føroyskar og danskar myndugleikar um málið.
Men í fjør fekk uttantíkismálaráðið eina óformliga kunning frá danska verjumálaráðnum og donsku verjuni um, at tað var blivið alsamt vanligari at starvsfólk í danska herinum hava danska, føroyska og grønlendska flaggið á búnanum.
Talan er um eitt akslamerki, sum kann festast á búnan og takast av aftur og tað er sjálvboðið um tey brúka tað.
– Tað er ikki óvanligt at nýta ymisk sløg av slíkum merkjum á hermannabúnum og øðrum tænastubúnum, sigur løgmaður
Annars staðfestir løgmaður, at eftir heimastýrislógini eru hernaðarmál eru felagsmál.
– Eg havi ongar trupulleikar av, at akslamerki við merkinum verða nýtt sjálvboðið av starvsfólkum í donsku verjuni, sigur Beinir Johannesen.