Ongi úrslit

Løgreglan ávarar: Nýggj og umfatandi roynd at snýta fólk

Áki Bertholdsen
9. apríl kl. 13:55

Løgreglan ávarar nú um, at eitt nýtt - men umfatandi - roynd, verður aftur nú gjørd at lumpa pengar frá fólki.

Løgreglan sigur, at fleiri fólk hava boðað teimum frá, at tey hava fingið følsk boð við leinkjum, sum royna at lokka persónligar upplýsingar frá teimum.

Endamálið hjá brotsfólkunum er at fáa atgongd til gjaldskort ella netbanka fyri at ræna pening sigur løgreglan.

Tey siga, at hyggjuráðini eru:

– Trýst ongantíð á leinki í SMS-boðum. Myndugleikar og peningastovnar biðja teg ONGANTÍÐ um at rita inn ella upplýsa loyniorð í einum leinki í einum SMS ella teldubrævi.

– Steðga á og hugsa teg um: Hevur tú havt nakað samskifti við sendaran í seinastuni? Væntaði tú at fáa hesi boðini? Hevur tú biðið um at fáa eitt leinki sendandi?

– Kanna heimasíðuna: Í staðin fyri at trýsta á leinkið, far so beinleiðis inn heimasíðuna hjá fyritøkuni.

– Kanna sendaran: Hygg at telefonnummarinum, teldubrævinum og leinkinum. Ofta sær tað misvísandi út, hóast navnið á sendaranum sær rætt út.

Mest lisið hesa vikuna

Holland játtar at hava tikið lívið av barni undir 12 ár

26. juni kl. 17:00

Skuldsettur fyri brot á 266 b

25. juni kl. 10:13

fluttu full fólk úr Steinatúni í gjár

26. juni kl. 09:14

Paul Watson komin inn um 200 mílamarkið

28. juni kl. 12:49

Myndir: Voxbotn 2026

27. juni kl. 20:17

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

12 tímar síðan